Visit Nólsoy // Kunningarstovan í Nólsoy

Nólsoy, Faroe Islands     Centro di informazioni turistiche


Nólsoyar Kunningarstova er sett á stovn í 2007. Kunningarstovan heldur til í Pakkhúsinum hjá Petersen. Húsini eru frá 1787 og vórðu bygd sum handil. Hetta søguliga hús er nú sett í stand og verður nýtt sum kunningarstova og café. Úr caféini sært tú niðan á oynna og út yvir víkina, har skarvur, æða og teisti spæla sær í sjónum. Um tú ert heppin, sært tú kanska eisini ein kóp. Kunningarstovan skipar fyri túrum við ferðaleiðara og gisting í húsum í Nólsoy.




"Your favorite venues in one click"