Føroyahúsið

Títt hugskot kann gerast næsta tiltak í Føroyahúsinum Øll hugskot til virksemi í húsinum eru hjartaliga vælkomin. Bert hugflogið setur mørk.

Føroyahúsið


Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls, at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívið.

Føroyahúsið er karmur um nógv fjøllbroytt virksemi. Í húsinum er millum annað sosialráðgeving, føroyskt kór, føroyskur barnaskúli, føroyskur dansibólkur og eisini hevur MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, kontór í húsinum.

Føroyahúsið skipar m.a. fyri veitslum, fyrilestrum, konsertum, mentanarkvøldum og ymiskum barnatiltøkum. Tríggjar ferðir um mánaðan er hugnakvøld við døgverða, har undirhaldið ofta er omaná.

Ovasti myndugleiki fyri Føroyahúsið er umboðsráðið, ið er skipað sambært galdandi reglugerð stovnsins. Ein starvsnevnd við fimm limum umsitur dagliga raksturin av húsinum. Landsstýrið setur tveir limir, kvinnufelagið velur ein lim og umboðsráðið velur tveir limir til starvsnevndina.

Føroyahúsið hevur ein dagligan leiðara, ið verður settur av starvsnevndini, sum eisini ger starvssáttmálan.

Stovnurin fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum, men fær eisini gávur og ískoyti frá fólki og stovnum, ið hava áhuga fyri virksemi stovnsins. Á hvørjum ári verður ársfrágreiðing og roknskapur sendur mentamálaráðnum.

    Performance & Event Venue

   33231587

   www.fohus.dk

      Facebook page

      Vesterbrogade 17A, Copenhagen, Denmark

  Internal parking, Parking in the street, Parking with valet parking

Leave a comment


Other in the area



"Your favorite venues in one click"